EYA vann kappingina um nýggju miðbýarætlanina í Fuglafirði.
Fuglafjarðar kommuna ynskti boð uppá hvussu býurin kann betrast og mennast. Uppskotið leggur dent á at byggja, gagnnýta verandi viðurskifti í býnum mest møguligt og endurbyggja og byggja nýtt nærhendis sjóvarmálanum. Visjónin í uppskotinum er at geva íbúgvum, borgaranum og vitjandi náttúruna og serliga sjóvarmálan aftur.
Uppskotið varð gjørt við Cubo sum undirráðgeva.
Í Vestmanna er nýtt grønt p-øki í gerð. Gjøgnum økið gongur ein gøta, ið gevur fólki enn ein áhugaverdan tein í bygdini, mentanarsøgu og landslagi, millum ánna og vegin. Parkeringsplássini niðan við vegnum í brekkuni, eru bygd sum bríkar, kendar úr dyrkaðum lendi kring landi. Eisini verður eitt lítið torg á økinum, ið er hugsað sum ein góður, hugfarsligur lummi í niðara parti í bygdini.
EYA, saman við danska arkitektavirkinum Cubo, áttu vinnandi uppskotið í kappingini til røktarheimið á Stórubrekku í Hoyvík.
Við denti á trivna og tryggleika, vil røktarheimið sameina heimligu karmarnar við umhvørvið og náttúruna rundanum.
Umráðandi var at fyrst og fremst skapa eitt heim. Eitt heim ið gevur búfólkinum heimliga kenslu; men eisini møtir teimum neyðugu tørvunum.
Lonirnar hava íblástur frá føroyskum bygdum, har bygt var í ymsum hæddum og rættningum. Hettar skapar vard útiøki, har búfólk og vitjandi kunnu njóta náttúru og umhvørvið. Soleiðis ímyndar røktarheimið eina bygd, og gevur eina kenslu av bygdalagi.
Í nýggja røktarheiminum verða 64 búeindir og 16 íbúðir.
Myndirnar eru frá kappingaruppskotinum.
Sethús í tveimum hæddum í Sóljugøtu, Tórshavn.
Stødd: 461m2.
Ár: 2023
Nýinrætting av starvsfólkaføli á Glasir. Málið var at gera tað møguligt at savna starvsfólk til felags máltíðir of tílíkt, fyri at betra um trivnaðin.
Ár:
2023
Sethús á Landavegnum, Tórshavn.
Stødd:
uml 200m2
EYA hevur ment og staðið fyri flísaálegging í Múrinum í Kirkjubø. Dentur er lagdur á at bøta um atkomu við tignarligari loysn í skapi og tilfari.
Sethús við havaprojekti í Garðstúni, Tórshavn.
Stødd:
226m2.
EYA hevur ment og sniðgivið búmerki til EJ Photography. Kravið og ynskið var at merkið skuldi vera lætt og einfalt. Merkið, sum er gjørt úr bókstavunum E og J, ímyndar eitt fototól, har sirkulin er linsan. Sum eitt eyka viðkomandi motiv, minnir skapið um eitt memorykort. Fotomyndatøka er at fanga, goyma og geva góð minnir.
Sethús í tveimum hæddum Klingurstjørn, Tórshavn.
Ár:
2019
Húsastødd:
220m2
Sethús í Grønalág, Tórshavn.
Stødd: 202 m2
Ár: 2022
Til Velbastaðar skúla varð sniðgivið eitt livandi og spølið búmerki, ið skuldi umboða tað, sum barnaskúlin stendur fyri. Hvalurin hevur mong eykenni, har fleiri teirra eru viðkomandi, av tí at tey hóska seg avbera væl til skúlaumhvørvið.
Sólskál, Nes er verkætlan har ein sokallað Sólskál letur seg upp, fangar og goymir sólarhitan. Skapið er gjørt útfrá hvussu sólin ferðast á himmalhválvinum og sólarvinklum gjøgnum ár og dag. Fyri best at gagnnýta sólarstrálingina, er stálið í myrkum liti.
Síðurnar í skálini eru benkur við ryggleni í ymiskum hæddum og vinklum.
Inni í stálbonkunum er vatn við frostvesku so hitin verður goymdur í nógvar tímar, helst dagar.
Búmerki sameinir tey mest umráðandi økini innan eldrarøkt. Búfólkið sjálvt er í fokus, sum verður styðjað av fakunum, ið eru at røkja um fólkið bæði likams- og sálarliga. Atlit varð eisini tikið til umhvørvið rundan um, sjógvurin, smærri áir, himmalin og skýggj. Vætan úr luftini veitir regn sum verður ímynda sum dropi, ið gevur lívd til gamla bulin. Búmerki nýtir hóligar litir til at geva róliga og natúr kenda kenslu.
Motivið í búmerkinum varð nýtt til skelting, sum t.d. er at síggja á hurðum runt um í bygninginum.
Hús á Viðareiði
Húsini eru í einari hædd við hems-/ loftshædd. Gomlu húsini vórðu tikin niður og umráðandi var, at nýggju húsini skuldu fella inn í umhvørvið í býlinginum.
Ynskið var, at interiørið skuldi vera við litum og sansaligum tilfari og virknaði. Eisini eru góð visuel sambond millum úti og inni, út á terassu og útsýnið yvir bygdina og sólsetur.
Ár: 2023-
Stødd: 107 m2
Búmerkið til Lítlaskúla vísir stuttleika, spæl og eitt lítið hús. Merkið líkist einum lakka-paradís, og soleiðis kann búmerkið beinleiðis nýtast til spæl í skúlagarðinum. Afturat tí, er búmerkið ein súmbol av einum barnið, ið ger myllur ella stendur á høvdinum. Tí hevur búmerkið fingið lívligar litir. Húsamotiv sæst í miðjuni, sum umboðar skúlan, har virksemið sprettir úr.
Ætlanin var at skapa eitt búmerki, ið kundi nýtast á fleiri mátar. Í skúlahøpi kann tað nýtast at klippa og klistra, soleiðis at børnini kunnu nýta hugflog og handverk. Tað ber eisini til at prýða skúlagarð, hølir og spælirúm, við ymsum at byggja og spæla við.
At finna veg í einum stórum bygningi sum hesum er umráðandi og kann vera stór avbjóðing. Nógvir og ymiskir brúkarir eru allan dagin.
Bæði uttanum og inni í Skúlanum á Fløtum er skelting og vegvísing at leiðbeina fólki runt á skúlanum. Summi av grafisku elementunum sum vísa veg, eru tikin úr ella sipa til grafiska samleikan og búmerkið. Onnur elementir hava íblástur frá skapinum og tilfarinum á bygninginum. Litirnir stava somuleiðis frá búmerkinum og eru nýttir at býta sundur deildir og økir, so lættari er at finna veg.
Tilfar frá hugskotinnsavning hjá Tórshavnar Kommunu til heildarætlan fyri Eystara Havnaøki.
EYA stóð fyri nýggjum innbúgvi, lit- og ljósseting í kømrunum. Endamálið var at fáa so nógv burtur úr rúminum sum gjørligt, samstundis sum at gestirnir fáa eina góða og sansaliga uppliving
Ellisheimið í Leynum byggir á eitt einkult skap, speglað um miðjuna á bygninginum. Á niðaru hædd eru kømur til búfólk, ið deilast um felags køks/alrúm, umframt smá uppihaldsstøð á gongunum á veg til kømrini. Hvørt kamar hevur sína egnu terassu, ið hevur útsýni oman móti bygdini. Bygningurin liggur soleiðis, at góður sólargangur er á uttanduraøkjunum hjá búfólkunum. Á ovaru hæddini er onnur helvtin kømur til búfólk, meðan hin er rúm til ymsar avtalur búfólki hevur við eitt nú lækna og hárfríðkan umframt venjingarhøli. Felagsøkið í miðjuni er ætlað til ymisk tiltøk, tey eldru kunnu fara til.
Grundarlagið í búmerkinum eru tríggir ferningar (kvadrat) í grønum. Við at seta rætthyrningar (rektangel) á ymsum stað, koma bókstavirnir LON fram. Einklu, sterku og einstáttaðu formarnir, við jøvnum millumrúmum og beinum linjum, geva búmerkinum, sterkan og neyvan dám, sum hóskar til fyritøkuna.
Rætthyrningar ímynda tað ’tóma arkið’. Eisini sipar arkið til gylta rætthyrningin / sniðið, sum skal vísa á neyvleikan og góða uppdeiling í handverkinum og ráðgevingini. Afturat tí, umboða formarnir elementir í byggifrøðini og bygging, so sum dura- og vindeygakarmur, trappur og flísar.
Sethús í tveimum hæddum við
gestaíbúð í kjallarahæddini.
Húsini standa í brøttum lendi.
Dentur er lagdur á at skapa eini fjálg hús, har køkur og stova er kjarnan í húsunum.
Ynski var um eini hús, har sólin sæst, frá hon rísur, til hon setur og har serstaka útsýnið út á fjørðin verður gagnnýtt.
Eisini var umráðandi at skapa góð útiøkir,
ið kunnu nýtast alt árið og at kunna
sansa árstíðirnar.
Ár: Í gongd.
Húsastødd: 210 m2
Sethús í tveimum hæddum.
Húsini standa í lendinum. Dentur er lagdur á at skapa eini fjálg hús við góðum útsýni út yvir bygdina, víkina og við atliti til vesturskinið. Harumframt var ynski um eini hús opin upp undir tróður og at fáa sum mest burtur út øllum rúmum.
Gott útsýni er út yvir bygdina og víkina úr køks-/alrúmi og stovu. Samband er úr køks-/alrúmi út í túnið móti vesturi og út á altanina móti eysturi. Bilhúsið sunnanfyri lívir fyri harðastu vindættunum, so at túnið verður gott uttandura tilhaldsstað.
Ímun til tað opna køks-/alrúmið, ið hevur optiskt samband vestur- og eystureftir, er stovan meira afturlatin og intim.
Ár: Í gongd.
Húsastødd: 205 m2
EYA hevur sniðgivið portalarnar í Eysturoyartunlinum. Tvs strukturin við tunnilsmunnarnar við Hvítanes, á Strondum og í Runavík.
Harumframt hevur EYA staðið fyri konsepti og menning av ljósdesigninum í portalum og í tunlinum. 3 ljósboðar, ella -hválv, vera miðskeiðis millum Hvítanes og rundkoyringina undir Tangafirði. Rundkoyringin verður eisini ljóssett.
Búmerkið er sniðgivið sum ein samanrenning av tí Skúlin á Fløtum stendur fyri.
Fýrkanturin í miðuni er kjarnin; mentanin og grundarlagið undir skúlanum. Loddrætta flatan; klassiska og talgilda talvan, tann vatnrætta er skúlaborðið, blokkurin og teldilin.Næmingar og lærarin skapa ein ring, ið ímyndar felagsskapin og samstarvið, sum skúlaumhvørvið fevnir um. Ymsu litirnir vísa á ymiskleika og einstaka næmingin, sum er partur av felagsskapinum.
Fleiri skap eru í búmerkinum. Samlaða skapið líkist summarfugli og vísir næmingin sum búnast og mennist, frá tí degi hann kemur í skúla, til hann er liðugur og klárur at fara egnar leiðir.
Hús á Hjaltarók í tveimum hæddum við hems.
Húsið stendur væl í lendinum og miðað er eftir at endurskapa lendið, sum tað var. Ynski frá byggiharra var at hava útsýni yvir býin og at kunna njóta sól og útiøki, serliga vesturskinið seinnapartar.
Ynski var eisini um eini hús við øðrvísi rúmknýtum. Hemsin, omanfyri køkin, gevur gott útsýni yvir býin og møguligt er at klintra millum hæddirnar.
Svalar hvør sínumegin stovuna gera sambandið millum inni og úti sterkari. Samstundis veitir hetta lívd, so møguleiki er at njóta útiøkini oftari.
Ár: Í gongd.
Húsastødd: 255 m2
EYA hevur staðið fyri nýggju innrættingini í Haps. Hølið er í sær sjálvum stórt og opið og tørvur var á, at býta rúmið sundur í smærri eindir og eisini at betra um ljóðgóðskuna.
Við einføldum rimastrukturum verður hølið býtt sundur í smærri “rúm”, har gestir kunnu sita saman í friði og við betri visuellari vernd frá øðrum økjum í hølinum.
Jarðhiti ynskti eitt merki, sum var einfalt og greitt. Har øll fólk fingu nakað burturúr merkinum, skiltu boðskapin av og sóu, hvat konseptið og virkið Jarðhiti var.
Merkið ímyndar tey grundleggjandi viðurskiftini við virkseminum. Boringina niður gjøgnum fláirnar í bassaltið, at fáa vatnrensl upp úr jørðini í húsið, víðari út úr húsinum, niðuraftur og runt aftur. Við reyðum og bláum litum vísir merkið á týdningarmikla munin á heitum og køldum vatni. Eisini er merkið eitt termometur, sum bæði er tann beinleiðis hitin á vatninum og ímyndar endamálið við øllum virkseminum, ið er at hava góðan og skynsaman rúmtemperatur.
Konseptið byggir á at skapa eina einkla; men samstundis áhugaverda og vakra brúgv. Høvuðsendamálið er at fáa eina visuelt lætta og eleganta loysn.
Miðskeiðis á brúnni, ber til at steðga á útsýnispalli og njóta útsýnið út yvir ánna, bygdina, fjørðin og landslagið.
Útsýnispallurin er eisini ein týdningarmikil partur av skapinum.
Brúgvin er úr betong, stoypt á staðnum.
Konseptið við sniðinum er "kílar", sum stinga seg út úr lendinum báðumegin ánna. Tveir av kílunum eru fundament og tveir spenna frá fundamentum, út yvir ánna og møtast á miðjuni.
Geometriin er eins um miðásan báðar vegir, ið gevur ein boga, sum nátúrligt upptekur kreftirnar og soleiðis smelta konstruktión og estetikkur saman.
Kílarnir eru skarpir við sjónligum profileringum av timburbrettum, ið eru nýtt at gera stóra stoypiformin.
Øll brettini eru bein; men við hvør sínari linju. Úrslitið er ein brúgv við hóvligum bogandi linjum og skapi.
Eyðun Eliasen hevur gjørt og sniðgivið bústaðarbókina í samstarvi við Betri. Bókin er um bústaðarbygging og hvørjar tankar, atlit og hugsanir ein eigur at seta sær, tá ið farið verður undir at skipa og byggja sær egnan bústað.
Aftast í bókini eru fýra dømi um nýggj hús, sum eru bygd á evnini í bókini.
Sethús við Klingurstjørn í tveimum hæddum við hemshædd.
Serliga skapið kemur av at matrikkulin er kílaskapaður og ynskinum um at ein partur av húsinum hevði lutfalsliga lág rúm. Annað tema er skiftið ímillum at flyta seg úr smølum, afturlatnum rúmum í breið, opin rúm við útsýni. Stóra altanin fer at økja um góð sóløki út frá tilhaldshæddini.
Ár: 2018
Stødd: 200m2
Havgrím Seaside Hotel 1948 liggur Yviri við Strond í Havn. EYA stóð fyri umbyggingini og fasadutillaging. Eisini nýinnrætting av bygninginum frá sethúsum til hotel við 16 dupultkømrum umframt felagshølir.
Fyri at kømrini skulu kennast so rúmlig sum gjørligt, eru glasveggir t.d. í brúsuni.
EYA hevur eisini staðið fyri grafiska samleikanum hjá Hotel Havgrím.
Lítið torg og standmynd til heiðurs fyri Áarstovubrøðrunum, Janusi og Hans Andriasi Djurhuus. Mitt í túninum eru fýra plintar. Skamt frá hesum fýra kubbum er ein bonkur, har til ber at sita og skoða yvir á lítlu standmyndina og stóru glasplátina aftanfyri túnið.
Brøðurnir eru avmyndaðir smáir á standmyndini, meðan avrik og skap teirra verða varpað upp í fulla stødd á glasplátuni.
Plinturin eru fýra steinar, sum gera ein samlaðan heilan form. Rivurnar millum plintarnar ímynda teir fýra partarnar av lívinum; barndóm, ungdóm, manndóm og aldurdóm. Sjálv standmyndin er ytst á minsta ella fyrsta partinum av lívinum.
Á plátuni ber til at lesa upplýsingar um Áarstovubrøðurnar, umframt at Hanus Kamban hevur valt tvey stutt og passandi brot, ið umboða skaldskap teirra.
Sethús til eitt húskið, 2 vaksin og 2 børn. Høvuðsynskini við húsunum vóru eini hús í 2 hæddum, sum skullu bjóða íbúgvunum ymiskar upplivingar.
Høg, smøl rúm, mótvegis víðum og lágum rúmum.
Vard, afturlatin rúm, mótvegis opnum rúmum.
Gott samband millum úti og inni.
Útsýni móti garðinum, býnum, havnini og havsbrúnni.
Fáa ljósið og veðurlagið inn í tilhaldsrúm.
Gagnnýta veggir, sum goymslu, tøkni og innbúgv.
Nisjur og smá, intim rúm í størri rúmum.
Tilfar og litir ið vekja og stimbra sansirnar.
Sethús í skapi, líkt húsunum ið stóu framanundan og grannahúsunum. Umframt at fáa sum mest burturúr hvørjum fermetri, er á ovastu hædd, arbeitt við einum vardum útiøki/-rúmi sum skilir stovu frá køki/alrúmi.
Sethús í Tórshavn í tveimum hæddum. Bygningurin veksur fram úr lendinum og gangast kann beinleiðis eftir lendinum omanfyri út á takið. Soleiðis gerst takið ein stór græsterassa við góðum útsýni. Bilhúsið er staðsett fyri at geva inngongd og túni lívd fyri vesturættunum. Takið á bilhúsinum er stór terassa til dagligt brúk.
Serligt ljós í erva á miðjum taki seyrar niður gjøgnum trappurúmið og niður í niðaru hædd.
Ár: Í gongd
Stødd: 255m2 + bilhús 30m2
EYA stóð fyri innrætting og sniðgeving av Öström Café. Einaferð var timburgoymsla v.m. í hølunum og sum ein tilsiping til virksemið tá, er tilfarið til disk, innbúgv o.a. gamlir plankar. Innrætting og skipan av hølunum er gjørd fyri at kunna hýsa fleiri funktiónum: - Café, handli við listahandverki og móttøkum o.l.
Sergjørdur messubásur til Petur Larsen (PL) til stóru vinnumessuna Atlantic Fair, sum er annaðhvørt ár. Grundeindin sum básurin er bygdur við, er ein euro-plattur, 120x80 cm. Plattarnir eru lántir og vóru latnir aftur eftir messuna. Stólpar og lektir fyri styrki og stabilitet eru festir á baksíður á plattum.
Struktururin í plattunum gevur ein ávísan transparens og ljóðið verður brotið og gerst ikki skarpt. Serliga tá ein er inni í fundarrúmum.
Bæði í 2015 og 2017 var PL-básurin kosin besti básur á messuni.
Tá tann eina myllan í Neshaga fór í vindinum, varð heitt á EYA at gera eitt uppskot, hvussu núverandi fundament kundi brúkast aftur, so tey mongu vitjandi, ið ganga og koyra túrar út á Eystnes, kundu fáa gleði av hesum. Úrslitið bleiv hetta vindskýlið, sum er gjørt úr rustfríum stálrørum, ið eru 20 cm í tvørmáli. Rørini eru sveisaði saman í ring, har hægstu rørini eru móti norði, meðan inngongd er í beinan sunnan, har tað er gott útsýnið yvir Nólsoyarfjørð og Havnina. Inni í vindskýlinum, upp ímóti høgu rørunum, er ein bonkur, sum vendur beint eystur og vestur.
Í nógvum vindi gerst vindskýlið ein urga, har nattúran er urguleikarin og tann vitjandi kann hoyra djúpu tónarnar frá rørunum, ið hava ymiskar longdir og tónar.
Í rísandi og setandi sólini, er hetta eisini eitt nútíðar ból, har vindskýlið er eitt fjálgt stað at seta seg og lata seg trøllabinda av føroysku náttúruni. Sæð eitt sindur burturfrá, stendur vindskýlið sum ein viti, ið skyggir og sendir speglingar av gyltar sólstrálur og dregur fólk at sær.
Um tað mundi, tá Tjóðpallurin varð settur á stovn, var kapping um at sniðgeva búmerki til Tjóðpallin. Eyðun Eliasen (EYA) vann kappingina, og tað uppskotið verður nú brúkt sum búmerkið hjá Tjóðpalli Føroya.
Búmerkið ímyndar tær báðar klassisku og eyðkendu glaðu og keddu skortarnar. Teir eru sniðgivnir soleiðis, at teir gera ein sirkul sæddan í perspektiv á skák úr erva. Hetta fyri at ímynda pallljós - bæði sum tvær minni litaðar strálur, og sum ein stór heil strála. Hetta skal skiljast soleiðis, at Tjóðpallur Føroya ikki bert eru leikararnir; men alt virksemi, ið knýtir seg at sjónleiki.
Hús í einari hædd har dentur er lagdur á at lata húsini upp sum ein vifta móti útsýninum og suðri. Soleiðis verður latið aftur móti norði, kalda vindinum og ferðsluni. Húsini eru skipað í tríggjar lonir, við hvør sínari nýtslu við vardum útiøkjum millum lonirnar.
Fotografur: Finnur Justinussen
Upprunahúsini frá 1940-unum skuldu umvælast og bjálvast. Eisini var tørvur á at byggja nakað afturat. Týdningamikið fyri byggiharran var at varðveita eyðkenda skapið við betongveggum við pussi uttaná bjálving.
Rættast var at byggja út á suðursíðuni. Harvið varðveita sethúsini sítt skap, sæð frá Landavegnum og fløtuni móti eystri. Útbygningurin er klæddur við smølum timburbrettum. Hornini er avrundaði, bæði sum ein tilsiping til mongu viðarbularnar rundanum og sum mótspæl til upprunahúsini.
Fotografur: Finnur Justinussen
PL (Petur Larsen) hevði tørv á samleika sum lýsti og signaleraði kjarnuøkið sum er maskinverkstaður, tænastu og veiting av maskinútgerð til fiskivinnu. Búmerkið stendur fyri neyvleika, álit og góðsku.
Merkið er ein mynd av rúmligum kubba úr t.d. stáli har tilfar neyvt er tikið burtur so ein sterk eind stendur eftir og gevur bókstavirnar PL.
Tað kann viðhvørt vera vindhart uppi á Hotel Føroyum, og tað kundi til tíðir merkjast við inngongdina til sjálvt hotellið. EYA designaði nýggja inngongd, ið er ein lítil útbygningur sum passar inn í heildarmyndina av øllum bygninginum.
EYA stóð fyri konseptmenningini í viðvíkjandi samleika, navni og búmerki. Merkið avmyndar á einklan greiðan hátt bygningin og navnið knýtir havið at samleikanum. Trappan frá miðhæddini niður á lendið er sniðgivin sum ein bylgja. Soleiðis verður tætta sambandið millum bygning, strond og bylgubrot gjørt sjónligt.
EYA, sniðgav og samskipaði, tá eitt gamalt torvhús bleiv bygt uppaftur í samband við at sjónvarpslið frá DR var í Føroyum í summar. Endamálið við sjónvarpssendingini var at kanna og lýsa eldri byggisiðir og -hættir, og at royna at seta gamalt og nýtt saman.
Verkætlanin bleiv til saman við VisitFaroeIslands, Tórshavnar kommunu, lærlingar á timburdeildini á Glasi og aðrar veitarar. Húsið er ætlað fólki, sum ferðast í økinum at søkja sær lívd, hvíla og njóta útsýnið.
Sendingin er at síggja her