(Fyrilestur hildin í Norðurlandahúsinum á orkurástevnuni Ósvart, í samstarv við Tórshavnar kommunu.)
Hvussu nógv pláss er nóg nógv?
Vit menniskju liva mesta av okkara tíð innandura, umleið 90%, og stóran part av hesum heima í bústaðinum. Tí er umráðandi, at bústaðurin er góður, og røkkur teimum tørvunum húskið hevur. Bústaðurin er karmurin um lívið.
Sum útgangsstøði ber alt til í nýggjari verkætlan. Mongu ynskini og dreymarnir fólk hava um komandi bústaðin, føra tó ofta við sær, at húsini gerast stór. Somuleiðis gerast tey ov stór til fíggjarligu orkuna.
Hvussu sær eitt hús út?
9 dømir uppá smærri hús í ymsum skapi.
Tað finst eingin uppskrift sum so. Vegleiðingar finnast og hópin av dømum eru, serliga á talgildum miðlum. Gott er við íblástri; men tað kann gerðast ein meldur av motivum ymsa staðni frá í heiminum, og torført at sameina til eini hús í Føroyum. Tað finnast eisini fólk í landinum við hollari vitan, nógvum royndum, nógvari og góðari servitan um hvussu ein skapar ein góðan bústað. Í hesum førinum eini góð hús.
Men avmarkingar eru sjálvsagt. Tað kunnu verða kommunalar ásetingar, byggisamtyktir, okkurt við matr/stykkinum, lendisligir/jarðarmunur, fíggjarligir ella annað.
Vil man hava húsini so smá sum gjørligt, er tað neyðugt at diskutera hvat er gott at hava, og hvat er neyðugt at hava.
Er neyðugt at hava:
Vásakøk, umframt væl útgjørda køkin.
Fleiri rokrúm, so sum serstakt vaskirúm, serstakt tøknirúm, serstakt goymslurúm.
Eyka kamar, til eitt vaksið barn sum vitjar tvær-fýra ferðir um árið.
Stóra stovu, umframt rúmliga alrúmið.
Køksoyggj um gólvplássið er avmarkað.
Bilhús hóast atkoma er vard og bilhús ofta ikki verða brúkt.
Umráðandi er at hugsa húsini í rúmligum samanhangum og ikki í sundurskildum, afturlatnum rúmum. Soleiðis fáa húsini rúmliga kenslu, hóast tað er smærri í stødd.
Hyggja vit at eini familju við 2 vaksnum og 2 børnum, er útgangsstøði í støddini av húsunum ofta 120+120=240m2. Men um ynski er eini smærri hús, eydnast tað aloftast at minka talið til 100+100=200m2. Eisini er tað fleiri ferðir lukkast at koma niður á 90+90=180m2.
Síðani kunnu vit seta spurningin:
Ber til hjá 2 vaksnum og 2 børnum at búgva í einum húsum sum eru 150 m2?Okkara svar vil vera ja. Sjálvandi ber tað til. Til tíðir krevur tað tó eina hugburðsbroyting, fyri at sleppa nøkrum av ímyndunum. Saman við góðari sniðgeving, kann hetta saktans lata seg gera.
Í løtuni eru fleiri familjur við 3 ella 4 børnum. Sjálvsagt er tað gott fyri fólka-og aldursamansetingina; men tað økir um nøgdina av kømrum og harvið støddina á húsinum.
Vit meina at byggja við trækonstruktiónum er betri í hesum sambandi. Hetta kemur av at uml 5 m2 bara í betong útveggum pr hædd, snakka vit um eini hús á 100-110m2, uttan atlit til møgulig glaspartí.
Rákið og gongdin í Føroyum í løtuni við veggjatjúktum sum alsamt økjast tænir ikki endamálinum. Best hevði verið at ment byggihátt og byggitilfar sum var tunt, so at mest fekst fyri hvønn fermetur.
Hús, smærri ella størri, teknað og bygd nú á døgum, hava eina eyka avmarking í byggisamtyktum. Ásetingin um í mesta lagi 6 m frá planeringshædd til yvirkant tak er dekan ov trong. Tá húsini vera væl samansett og kamar t.d. er undir alrúmi, er neyðugt at gera dekk og yvirflatur best møguligt, við t.d. tryggum undirsløgum, tekniskum innleggingum, leiðingum og ljóðbjálving.
Eini privathús eru heimstaðurin sum skal vera verja frá umhvørvinum, veðrinum, sociala samveru o.a. Skal kunna veita tryggleika og vera karmur um heimalívið, familjulívið og samlívið.
Inni í húsinum skulu rúm vera bæði til tað privata (kømur, wc/bað o.l.) og til tað meira almenna (gongir, alrúm, stova). Sambondini millum hesi bæði sløgini av rúmum er bindiliðið og skal eisini vera væl gjørt. Hetta er ikki ein nýggjur hugsanarháttur, tí hetta dugdu vit fyrr, tá hús vanliga vóru smærri.
Tað loysir seg væl at greina stykkið. Har hugt verður at hvørji viðurskifti gera seg galdandi. Er tað t.d. neyðugt við bilskylið? Eisini verða sólviðurskifti, útsýnislinjur og vindættir tiknar við.
Týdningarmikið er, hvussu húsini eru skipað, soleiðis at logiskur samanhangur er. Hetta er hvussu tú kemur inn í húsini, og hvussu tú býtir sundur køk, stovu og kømur. Soleiðis gerast gongslinjurnar so gagngóðar sum gjørligt. Tað hevur víst seg at hava stóran týdning.
Eitt stað har tað væl ber til at spara fermetrar í gólvflatu, eru tær zonurnar, í mest brúktu rúmunum. Hesi eru:
1 Køks/arbeiðspláss, 2 Spísiborð/øki, 3 Alrúm/bleyt og 4 Stova tv o.l.
Har ber til dømis til at byggja køk í “L” form, ístaðin fyri “U” form, so pláss er at leggja spísiborð inn í øki. Tørvur er á at hava eitt alrúm, har tað ber til at sita bleytt. Hetta rúmið skal hanga saman við teimum tveimum fyrstu. Stova er altíð eitt ynski, um tað er ein krókur, ella eitt afturlatið rúm. Ynskini verða virðað, og síðan er uppgávan at nýta sum minst av plássi.
Goymsluveggir eru ein stór hjálp, tí soleiðis slepst undan goysmlurúmi. Hetta kann gerast við reolum frá gólvi til loft, sum verða nýttar maksimalt.
Til ber eisini at nýta sama rúm til nógvar funktiónir. Tað kundi verið heimakontórið, sum bæði kann vera gestakamar og eyka sjónvarpsstova. Á hendan hátt kann eitt kamar hava 3 funktiónir. Ein onnur loysn er at nýta rúmdeilarar. T.d. kunnu gardinur brúkast eftir tørvi, soleiðis at eitt rúm kann gerast til tvey.
Færri rúm merkir færri hurðar, og tískil er tørvur á meiri ljóðbjálving. Stóru opnu rúmini, krevur nógva og góða ljóðbjálving.
Fyri fáum árum síðan var oljufýring í flestu húsum, og hon krevur eitt eyka rúm. Við hitapumpu er tað ikki neyðugt, og kann staðasetast nærum allastaðni í einum húsi.
Nú á døgum sæst aftur á húsunum, hvussu nógv búgva í húsunum. Eisini búgva tey heima í longri tíðarskeið. Tí ræður um at fáa mest burturúr bústaðinum, soleiðis at nóg rúmsátt er.
Eyðun Eliasen, EYA-Arkitektar