… varðveiting er annað enn og meira enn at binda fast og niðursjóða tað gamla. Fyri at kunna varðveita nakað sum livir, mugu vit allatíðina leggja nýggja kenslu og nýtt hjarta afturat. So at eisini í framtíðini kunnu verða nýggjar og góðar søgur at siga frá. - Gunnar Hoydal, í Tórshavn – meir enn ein høvuðsstaður, 1995.
Tórshavnar kommuna ynskir at fáa fiskaplássið fram aftur í ljósið, bæði visuelt og sum søguligt og mentanarligt fyribrigdi.
Uppskotið byggir á tað meginreglu, at vit skulu virða tað søguliga og samstundis tora at tillaga tað til nútíðina og framtíðina.
Nýtt virksemi, sum beinleiðis byggir á upprunaliga virksemið, kann kveikja nýtt lív í hetta øki í býnum.
Fiskaplássið verður í dagligari talu nevnt Fiskaplássið hjá Johannes í Stórustovu.
Søguliga eru tey helst farin at turka fisk á fiskaplássinum í seinnu helvt av 1920-árunum ella kanska fyrst í 1930-árunum.
Her varð fiskur hagreiddur og virkaður á plássinum og síðani fluttur til Suðurevropa. Størsti marknaðurin fyri klippfiski úr Føroyum var Spania, men virksemið helt uppat undir borgarakrígnum í Spania 1936-39.
Fyrsti, annar og triðji partur í verkætlanini.
Fyrsti og annar partur av verkætlanini eru lidnir, og nú verður arbeitt við triðja parti, sum fevnir um eystara part av økinum.
Heildarætlanin fyri Fiskaplássið.
Fiskaplássinum vórðu løgd soleiðis, at sólargangurin var góður, at vindurin turkaði fiskin væl, og so skuldi tað eisini vera lætt at koma framat.
Flatmynd av innvikinum.
Sessur og skelting í innvikinum.
Til ber hjá vitjandi at steðga á og forvitnast um skeltingina, ið er at finna runt um á økinum. Har ber til at lesa um fiskapláss, søguna og fólkið.
Um farið verður út á Fiskaplássið í myrkri, ber til at síggja ljóssetingarnar á staðnum. Ljóssetingarnar fylgja farðleiðunum, soleiðis at lætt og flott er vitja um kvøldið.