Í Vestmanna er nýtt grønt p-øki í gerð. Gjøgnum økið gongur ein gøta, ið gevur fólki enn ein áhugaverdan tein í bygdini, mentanarsøgu og landslagi, millum ánna og vegin. Parkeringsplássini niðan við vegnum í brekkuni, eru bygd sum bríkar, kendar úr dyrkaðum lendi kring landi. Eisini verður eitt lítið torg á økinum, ið er hugsað sum ein góður, hugfarsligur lummi í niðara parti í bygdini.