EYA, saman við danska arkitektavirkinum Cubo, áttu vinnandi uppskotið í kappingini til røktarheimið á Stórubrekku í Hoyvík.
Við denti á trivna og tryggleika, vil røktarheimið sameina heimligu karmarnar við umhvørvið og náttúruna rundanum.
Umráðandi var at fyrst og fremst skapa eitt heim. Eitt heim ið gevur búfólkinum heimliga kenslu; men eisini møtir teimum neyðugu tørvunum.
Lonirnar hava íblástur frá føroyskum bygdum, har bygt var í ymsum hæddum og rættningum. Hettar skapar vard útiøki, har búfólk og vitjandi kunnu njóta náttúru og umhvørvið. Soleiðis ímyndar røktarheimið eina bygd, og gevur eina kenslu av bygdalagi.
Í nýggja røktarheiminum verða 64 búeindir og 16 íbúðir.
Myndirnar eru frá kappingaruppskotinum.