Hesin setningur verður javnan nýttur. Mest í merkingini at um ein ofta ger eina ávísa gerð, vinnur tað hevd og ein byrjar at gera hetta automatiskt, uttan at hugsa um. Í orðingini er innbygt ein farri av positiviteti; at tað er gott at gera ting av vana. Men hyggja vit nærri eftir einstøku orðunum, kann ein leggja ymsar tulkingar og meiningar í setningin. At býta væl, verður sagt um knívar og saksar og í so máta er tað bæði gott og jaligt. Men at verða bitin, er sjálvsagt ikki so heppið. Og at verða púra bitin av onkrum kann vera gott, men tað valdast umstøðurnar. Tað kann eisini verða óheppið og meiningsleyst.
Tí eiga vit altíð, í øllum førum av og á, at hugsa um tingini og viðurskiftini fyri at taka tey upp til viðgerð.
Ein yngri dama hevði einaferð eini vinkonu á vitjan og tá hon skuldi leggja nakrar pylsur niður í eina grýtu, klipti hon pylsuendarnar av við saksi. Gesturin undrast á hetta og spurdi hví hon so gjørdi. Tá bleiv hon eitt sindur paff. Hon visti ikki rættiliga; tað hevði hon bara altíð gjørt. Tá hon hugsaði seg um, mintist hon, at mamma hennara altíð gjørdi tað. Nakað seinri spurdi hon mammu sína um orsøkina. Mamman bleiv eisini eitt sindur bilsin og segði at tað hevði mamma hennara altið gjørt, so tað gjørdi hon eisini. Tá so omman bleiv spurd um hetta, svaraði hon róliga og sannførd, at tað var tí at hon tá ikki átti eina nóg stóra grýtu til at pylsurnar passaðu niðurí í fullari longd.
Henda markáttliga søga er gott dømi, sum lýsir hvussu tað kann ganga, um ein bert víðariførir ein vana. Ein vana sum, at byrja við, hevði eina konkreta og neyðuga orsøk til hví man gjørdi sum man nú gjørdi. Við tíðini hvørvur tann konkreta orsøkin til vanan. Tíðirnar, sum øll vita, broytast altíð og støðugt. Nú ber til at keypa størri grýtur enn fyrr. Og viðurskiftini sum heild, broytast í so at siga øllum viðurskiftum, bæði í samfelagnum og í lívinum hjá okkum einstøku menniskjum.
Nú til flaggið.
Eg havi gjørt mær tann lítla ómak, at kanna fløgg og søguna um fløgg eitt sindur.
Danska flaggið, sum hevur officiella heitið Dannebrog, verður á føroyskum rópt danabrók. Navnið stavar frá heitinum á vovnum klæði. Nakað líknandi vovnu mannfólkabuksunum, vit brúka til føroysk klæði. Danska flaggið sigst vera frá ár 1219.
Hetta reyða flaggið við krossmerki, var ætlað til at hanga niður frá stokki ella stong. Bæði tá tað hekk yvir høvdingastóli, omanfyri borgarportur og tá herlið masjeraðu, hekk tað upp og niður, so krossurin vendi rættan veg. Reyða bakrundin var upprunaliga liturin hjá sertøkum klani ella familju; men bleiv so valdur sum merki fyri allar danar. Við einum hvítum krossi, bleiv boðað vinum og serliga fíggindum frá, at her komu vápnaðir menn við kristna boðskapinum. Og tá flestu teirra helst vildu síggjast tvísporandi á rossabaki, hevur tað óiva sæð imponerandi út við hvíta krossinum á tí flagsandi blóðreyða flaggdúkinum.
Sjálvt um tað tá oftast var talan um smøl fløgg, ella tað vit í dag kalla vimplar, er tað soleiðis vit kenna danska flaggið í dag. Frá at venda upp og niður, er flaggið vent og lagt á liðina.
Danska flaggið er nýtt sum fyrimynd fyri flest øllum hinum norðurlendsku tjóðunum, hóast tey eru munandi yngri fløgg.
Er norðurlendska mentanin og samleikin so koppaður á liðina?
Í summum londum, eisini norðurlondum, verður umrøtt at loysa kirkjuna og átrúnaðin sum heild, frá statsapparatinum. Um so er, at kirkjan í Føroyum verður loyst frá landinum, átti mann at tikið eitt kjak um krossflaggið tá; men tað ganga allarhelst nøkur ár til tann støðan íkemur.
Reint grafiskt, er danska flaggið ílagi. Tað er samansett av tveimum greiðum elementum; reyð bakgrund við einum hvítum figuri. Litirnir eru langt frá hvørjum øðrum og teigarnir fella ikki saman.
Tað sama er galdandi fyri svenska og finska flaggið. Tveir litir, sum eru langt frá hvørjum øðrum í styrki.
Norska og íslendska flaggið hava trý element; bakgrund í ávikavist reyðum ella bláum liti, ein krossfigur í einum øðrum liti og so ta altavgerandi hvítu rondina runt um krossfigurin.
Ein grafisk meginregla er, at litaðir teigar í einum merki, skulu helst hava luft rundan um ella ímillum fyri at skilja teigarnar sundur. Um hetta ikki er gjørt, fella teir saman og serliga tá merkið er endurgivið smátt, t.d. 1 x 1 cm, ber illa til at síggja motivini og ymsu litirnar.
Uttan at eg veit tað, er freistandi at halda, at íslendska og norska flaggið er tað sama; bert at litirnir eru skiftir runt. Upprunin í fólkinum er jú í stóran mun tann sami.
Um ungu føroysku studentarnir í Keypmannahavn um 1918-19, eisini hava tikið henda tátt upp, sigur Niels Juel Arge tíanverri einki um í bókini um flaggsøguna. Men tætt samband var við íslendingar í Keypmannahavn og íslendska flaggið var sniðgivið stutt frammanundan og var fyrstu ferð at síggja alment í 1915.
Føroyska flaggið er, eftir mínum tykki, ikki serliga gott grafiskt. Tað reyða og bláa fellur saman og gevur ein violettan lit, tá ein sær flaggið langvegis frá ella um tað er endurgivið smátt. Eri rættiliga vísur í at hetta ikki er gjøgnumhugsað og tilætlað. Heldur man tað vera av tilvild.
Grønlendska flaggið brýtur frá hinum norðurlendsku og tað haldi eg er teimum til rós. Kann vera, at grønlendingar, tá í 1970-unum, hava ynskt at vísa umheiminum at teir eru annað fólk enn tað vit kalla skandinavar.
Sámarnir hava eisini sítt flag, sjálvt um teir, geografiskt, eru borgarar í fleiri ymiskum londum. Sámiska flaggið hevur fleiri litir og eins og tað grønlendska, ein sirkul ella ein ring.
Japanska flaggið er hvítt við einum eyðkendum reyðum sirkli í miðjuni.
Tað verður nevnt, at Japan er landið við tí rísandi sólini og at tað er hetta, flaggið skal ímynda.
Hesi trý londini hava, umframt fløggini, ein felags uppruna, tá vit hyggja at fólkaslagnum. Allerhelst hevur hetta havt sína ávirkan, tá flagg skuldi veljast at umboða grønlendsku tjóðina og fólkið. Sirkulin er eitt súmbol fyri tað æviga, tað afturvendandi í árstíðum og sólargangi.
Grønland og Sámaland hava tilvitað valt ikki at brúka tað kristna krossmerkið sum motiv á dúkinum; men sirkulin; eitt súmbol fyri nakað fullkomið runt og afturvendandi. Freistandi er at spyrja um grønlendingar og sámar eru minni skandinaviskir enn danir, sviar, normenn, íslendingar og ja, minni norðurlendskir enn føroyingar? Svarið er ja. Út frá flagginum at døma, er tað so. Ella tað vilja teir í øllum førum signalera.
Og taka vit tungumálini grønlendskt og samiskt, er nakað sum bendir á, at so er.
Men er Grønland so, eftir flagginum at meta, minni kristið enn t.d. Ísland ella Føroyar? Tað er spurningur sum vit mugu vara okkum at svara uppá. Møguliga onkur kanning kann greina og lýsa hesum; men sum heild, vera øll norðurlond søgd at vera kristin.
Onnur lond vera avgjørt eisini søgd ella skýrd at vera kristin, uttan at tey hava eitt beinleiðis kristið súmbol í flagginum. Til dømis verður USA skýrt at vera máttmiklasta kristna tjóð í heiminum. Amerikanska flaggið, sum hevur tað heldur ópoetiska, men beinrakna navnið Stars and Stripes, er eitt samansett og heilt øðrvísi flagg enn tað føroyska. Tað er meiri at kalla ein grafisk tabell, sum vísir hvussu nógvir statir eru í sambandsríkinum. Tað er talið á hvítu stjørnurnar í bláa teiginum ovasta í vinstra horni. Hesin teigur er, í roynd og veru, ein leivd frá gomlum bretskum flaggi, har partar av teigunum í krossflagginum, blivu brúktir til gera serlig frámerkir við; eitt nú til ymsar partar av ríkinum. Hetta síggja vit best í australska flagginum, sum eisini hevur bretska flaggið í ovasta vinstra teigi og síðan 6 stjørnur, eina fyri hvønn stat.
Aftur til amerikanska flaggið. Restin, tvs teir tríggir teigarnir sum eftir eru, var í útgangsstøði ein reyður dúkur. Tá borgarakríggið var av og sambandsríkið stovnað, vóru tað umboð fyri 13 teir fyrstu statirnar, sum skrivaðu undir og tí blivu hvítar strípur settar so, at tað íalt blivu 13 strípur; annaðhvørt hvítar og reyðar. Í fyrsta flagginum vóru eisini 13 stjørnur; men tað talið er nú komið uppá 50.
Amerikanska dømi, bert er eitt av sera nógvum, vísir, at tað gjøgnum tíðirnar, eru ítøkilig, praktisk viðurskifti, sum gera og skapa fløgg. Tað er ein stórur partur av politikki og taktikki í designtilgongdini tá fløgg verða teknað og avgjørd. Eisini í nýggjari tíð.
Hetta er bæði áhugavert og undranarvert. Eg havi stóran áhuga fyri grafikki og havi gjørt nógv búmerkir gjøgnum árini. Sjálvt um eitt flagg ikki beinleiðis kann kallast eitt búmerki, er ikki langt frá, at Merkið er eitt búmerki fyri Føroyar. Nógv dømi eru um hetta. M.a. hevur kenda myrkareyða troyggjan frá Guðrun og Guðrun, eina útgávu av merkinum undir økslini og landsliðstroyggjur hava flaggið á bringuni.
ES, evropeiska samveldið, bað fyri eini 20 árum síðani hollendska arkitektin og miðlalærda Rem Koolhaas um uppskot til nýtt ES-flagg. Rem Koolhaas er kendur fyri at hugsa øðrvísi og nýskapandi. Hann er eisini kendur fyri at provokera og duga væl at varpa ljós á tað, hann skapar. Flaggið hann teknaði, var eitt rættiliga avlangt hvítt flagg, við nógvum loddrættum, klønum, litaðum strípum. Eyðkendu litirnir sum reytt, blátt, grønt, gult, appilisingult og svart vóru settir saman so tú kundi síggja einstøku evropeisku fløggini; beinleiðis ella óbeinleiðis. Men tað var ikki sørt, at sermerkta handilsliga strikukodan kom til sjóndar í uppskotinum til flagg. So kann hvør einstakur leggja tað í tað sum ein vil. Men sermerkt og nýskapandi var tað.
Keyp-føroyskt átakið, sum tit kenna við reyðum og bláum strípum, hevur møguliga fingið íblástur frá hesum.
Sum flestu kunnugt, er ES-flaggið, sum nú verður brúkt, myrkablátt við gulum stjørnum settar í ring. Ja, so var sirkulin aftur at síggja.
Eg fari ikki at siga her ídag, at vit í Føroyum skulu hava eitt nýtt flagg; men eg fari at enda at heita á tykkum øll, bæði stór og smá, um gera eina lítla roynd. Finnið litblýantar og pappír fram og teknið tað, ið fellir tykkum inn um tað, tit halda umboðar Føroyar. Teldur kunnu eisini brúkast. Tit velja sjálvi um tit tekna tað sum kemur beinanvegin og spontant, ella tit fyrst sita og hugsa eina løtu. Hvat heldur tú vera føroyskt og hvat umboðar Føroyar? Tað má gjarna hava politiskar undirtónar, tí hóast alt, eru øll fløgg rættiliga politisk.
Tað kann vera, at ein framsýning kundi verði fyriskipað við alskyns, nýskapandi flagguppskotum.
Ella tað kundi verið sum ein fólkslig ella onnur rørsla, um hvat Føroyar eru fyri føroyingar. Sum ein nýggj Visión 2015, nú hetta heitið stendur eftir sum eitt hálvtómt hylki.
Í øllum førum vil eg vóna, at vit ikki bara klippa lívsins pylsuendar av av gomlum vana, uttan at hugsa um viðurskiftini og handla hareftir.
Eyðun Eliasen