Eg eri biðin at siga nøkur orð um mínar tankar um býin, um býarplanlegging, um ymsu støðini, ymsu økini og annað í býnum.
Takk fyri møguleikan.
Eg segði ja til fyrispurningin; men ivaðist og tað bleiv við tí treyt, at tað ikki var sum eitt partapolitiskt ella listapolitiskt innlegg. Tí er hetta eitt innlegg uttan samsýning og innleggið verður lagt á netsíður hjá EYA. Innleggið er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri Fuglafirði og vilja staðnum og kommununi tað besta. Ikki bert einum ávísum lista og ávísum persónum.
Eg havi tikið mær tað frælsi, at fokusera á Fuglafjørð í hesum sambandi. Kambsdalur og Hellurnar kunnu verða umrødd eina aðru ferð. Nøkur av viðurskiftunum, eg komi inn á seinri, kunnu tó partvís eisini nýtast til Kambsdal og Hellurnar.
1900
1958
Eg búði míni fyrstu 22 ár í Fuglafirði. Eri uppvaksin í Heimistovu, niðri í Gjógvará. Nú eru tað helst nøkur sum hugsa og enntá siga við skálkabrosi: ”Tað nyttar lítið hvat Gjógvarámenn siga”. Hetta er útsøgn, sum onkur einaferð fyri nógvum árum síðan tók til í ávísari støðu. Hetta hevur ivaleyst sitið væl tá. Men nógv sum var fyrr, er ikki líka rámandi ella virkar líka væl í dag.
So er eisini við einum býi. Tíðirnar skifta, umstøðurnar broytast. Øðrvísi krøv og ynskir eru ídag til hvat ein góður býur er, enn hvørji vóru fyri 50 ella 100 árum síðan.
Eg havi valt at kalla innleggið “Tankar um ein góðan bý”. Hetta heitið valdi eg av fleiri orsøkum. Eg brúki orðið “Tankar” fyri at kunna koma við nøkrum hugleiðingum og eygleiðingum. Um onkur tykkara helt at eg fór at koma við loysnum í kvøld, má eg skuffa tykkum nakað. Tað finst ikki nøkur skjót herognú-loysn til hvussu tú skapar ein góðan bý. Tað finst ikki eitt quick-fix til eina so kompleksa uppgávu. Hetta er ein samansett, fleirtáttað, drúgv og torfør uppgáva. Men hon er ikki ómøgulig. Tað ber til at loysa ella í øllum førum royna at loysa; og í minsta lagi, at betra um viðurskiftini. Um tú ikki skýtur uppá mál, ja, so fært tú ikki mál. So er eisini við uppgávuni at skapa ein góðan bý. Eitt býráð hevur skildu at royna.
Eldri myndir úr Fuglafirði:





Tað er ein long, sera long tilgongd. Frá eini avgerð um at fara at gera okkurt við málið og til ítøkiligir bygningar og býarkend útiøkir verða tikin í nýtslu, ganga nógv ár. Væl meiri enn 4 ár. Og til eina langa tilgongd í einum býráði sum í hesum býi, krevst vilji, dirvi og óvanliga gott tol um gott úrslit skal fáast burturúr.
Tey fólk, sum enda í býráðnum, eru vald av veljarum, av tykkum, sum sita her íkvøld og sjálvsagt øllum øðrum veljarunum í kommununi. Soleiðis er demokratiska skipanin. Tí krevur tað eisini vilja, dirvi og gott tol av veljarunum. Annað fakta er, sum øll vita, at tað er meirilutin sum ræður. Tíverri og tíbetur. Er meiriluti fyri ikki at skapa ein góðan bý, er tað væl ein demokratisk røtt avgerð, sum má takast til eftirtektar. Eg havi tó mínar tankar um, hvussu eg haldi býurin kundi ment seg til ein góðan bý.
Eg, sum arkitektur og fuglfirðingur havi tað áskoðan, at Fuglafjørður kann blíva ein enn betri býur enn hann er ídag.
Eg brúki tilvitað orðið býur og ikki bygd. Tosað verður nógv um hvussu Fuglafjørður kann ella skal menna seg. Tí er rætt og neyðugt at hugsa býin minst 10-20 ár fram. Eitt valskeið er sum øll vita 4 ár. Men býurin hevur brúk fyri sterkari medisini enn bert linnandi pínustillan í eini 2 ár, ella nær eitt nýtt býráð er komið í gongd og til valskeiðið er um at vera runnið. Eg havi fylgt gongdini í Fuglafirði nú í 25-30 ár. Men ikki kann eg siga, at eg eri beinleiðis imponeraður av øllum, sum Fuglafjarðar kommuna hevur stungið út í kortið og útint hvat býarmenning viðvíkir. Og her er tað serliga á bústaðarøkinum, eg hugsi. Ein býur er samansettur av nógvum pørtum; vinnu, ídnaði, mentan; men sanniliga eisini góðum bústaðarøkjum og ymiskum bústaðarsløgum.
Nú ljóðar tað, sum eg næstan sigi at seinastu býráðini ikki hava roynt at borið so í bandi, at bústaðir og íbúðir er bygd í býnum. Tað er ikki tað eg sigi. Vit kunnu tó staðfesta at aðrir býir og bygdir, aðrar kommunur í norðureysturøkinum hava íbúðir og nógv fleiri alternativar bústaðir at bjóða enn Fuglafjørður.
Eg veit fullvæl at tað ikki er lætt at fáa fígging til bústaðarbygging so langt frá miðstaðarøkinum í landinum sum í Fuglafirði. Hetta er ein avboðing, ja í verðuleikanum ein forðing, sum eigur at broytast og betrast. Hetta, tí eg haldi at ein býur hevur brúk fyri og eigur at hava íbúðir og bústaðir í egnaðum, góðum, helst nýggjum bygningum fyri best at kunna virka sum býur. Um talan bert er um siðbundin grundstykkir sett longur og longur niðan brekkurnar og aðrastaðni burtur frá kjarnuni, kann ein meira kalla tað fyri eina yvirvaksna, ella sundurvaksna bygd heldur enn ein bý.
Júst sum vinnulívið ger stórar íløgur at gera virksemi betri og tíðarhóskandi, má ein býur eisini gera íløgur í at gera býin tíðarhóskandi. Tí eisini ein býur sum Fuglafjørður er í kapping við aðrar kommunur og býir um at fáa fólk til og at fáa tey at støðast væl.
Vit hava gjørt nakrar eygleiðingar og staðfestingar av grundleggjandi viðurskiftum í Fuglafirði. Góð grundleggjandi viðurskifti sum eru neyðug fyri at fáa ein góðan bý.
Sóldiagram. Bústaðarbókin
Forgrundin, miðgrund og bakgrund. Bústaðarbókin
SÓLDIAGRAM
Fyri nøkrum árum síðan skrivaði eg eina bók um ymisk viðurskifti viðvíkjandi tí at skapa góðan bústað. Bókin, sum Betri banka gav út, kallast Bústaðarbókin, Heim til húskið.
Fari at taka tvey evni fram úr bókini. Eitt diagram um hvussu ein góð uppskrift er uppá at skipa góðan bústað, bæði innanveggja og viðvíkjandi útiøkjum, veðurlagi o.ø.
FORGRUND, MIÐGRUND OG BAKGRUND
Hitt evnið er trý viðurskifti sum hava stóran tídning fyri trivnaðin í bústaði. Forgrundin, miðgrund og bakgrund. Útiøkið beint við, útsýni yvir býling bý, fjørðin o.a. og síðan at síggja langt, himmalin og skýggj. Hevur bústaðurin øll hesi, eru fortreytirnar at trívast góðar.
Sólanalysa
Vindrósa
SÓLANALYSA
Fuglafjørður hevur frá náttúrnar hond ein gyltan møguleika til at fáa ein góðan stað, ein góðan bý.
Fjørðurin vendur so at siga rættan veg, suðureftir, tá vit hyggja at sólarganginum. Sólargangurin er góður, serliga innast og á eystara armi. Vestari armur hevur sól fyrrapart og á miðdegi. Vestari armur hevur ikki, í bústaðarhøpi, góðan sólargang.
VINDUR
Vindviðurskifti í Føroyum kunnu býtast sundur í tvey, vindrósan um landið sum heild og lokalu vindviðurskiftini. Hesi eiga at vera kanna í samband við bústaðarbygging og miðbý.
Innast í fjørðinum er ikki so bratt og síðurnar út eftir báðum ørmunum hava hall; men als ikki ómøguligt at hava góð bústaðarøki á. Vestari armur er tó brattari enn eystari.
Eg haldi ikki at tað er nakað stað í landinum, sum hevur so góðar fýsiskar fortreytir fyri at fáa ein góðan bý við perfekt staðsettari býarkjarnu, sum Fuglafjørður. Eitt stórt náttúrugivið amfiteatur, har tað mesta av býnum sær oman í miðjuna, í kjarnuna og har lutflalsliga stutt er at ganga oman og niðan, til og frá.
Bústaðir, vinna og mentan
BÚSTAÐIR, MENTAN OG VINNA
Á myndini omanfyri síggja vit at vinnuøki fyllir nógv. Staðsetingin hevur við sær, at nógv tung ferðsla ferðast ígjøgnum alla kjarnuna og miðøki, har flestu mentunarligu tilboðini eru. Hetta forðar fyri, at tað góða býarkenda miðøkinum kemur til sín fulla rætt.
Tunga ferðslan órógvar og er til ampa fyri ein livandi og virknan miðbý. Ein miðbý har gangandi, børn og vaksin hava best hugsandi umstøður at savnast, hugna sær og fáa frið. Um tað so er rekreativ ella bústaðarøkir vit tosa um.
Ofta kunnu ognarviðurskifti á matriklum, spæla stóran leiklut fyri at gjøgnumføra ætlanir; men tað eigur ikki at vera ein so stór forðing, at tað ikki ber til at fara eftir einari góðari heildarloysn. Ikki eftir einum degi; men yvir eitt lutfalsliga stutt áramál, um ítøkiligar ætlanir vera lagdar.
Vegir - Tung ferðsla ferðast nógv eftir vegnum, ið er markerðaur við reyðum.
Grøn øki, gøtur, stond, áir o.a.
ÁIR, GØTUR, GRØNT
Stóru áirnar mugu hava ans og kjúklast um.
Strandarlinjan, tætt við upprunan, má ikki blíva burtur. Grøn øki fyri trivna.
Uppløgd kjarna
UPPLØGD KJARNA
Sum myndin omanfyri vísir, er upplagt at kjarnan er mitt í býnum. Við fysisku fortreytunum í Fuglafirði, eru einanstandandi møguleikar at skapa eina góða býarkjarnu. Nærum allur býurin sær oman í miðjuna og stutt er hjá flest øllum, at ganga sær oman í miðøkið. Sum nú er, eru flestu mentunartilboð savnaði í ella nærvið miðøkið og einum geira norðureftir.
Hugleiðingar um møgulig átøk
ÁTØK
Tunga ferðslan má skipast betur, so miðøkið fær frið og er betur fyri borgaran.
Umhugsa og helst minka um áhaldandi spjaddari bygging og heldur leggja eina ætlan fyri búðstaðarøkir tætt at miðøkinum, ið eru við til at skapa eina býarkenda kjarnu.
Menna miðøkið, so tað fær ein býarkendan dám.
Um íbúgvarnir hava útlit til at fáa góðar fýsiskar karmar at búgva, liva og virka í, eru fortreytirnar tilstaðar at Fuglafjørður verður ein góður býur. Eitt livandi og gott miðøki, bæði fyri íbúgvar, vinnulív og frítíðarlív.
Takk fyri, og gott væl, ynski eg bæði veljarum og politikarum.
Eyðun Eliasen, EYA-arkitektar